– Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni? Metir løgmaður, at hetta at seta gongd á Suðuroyartunnilin hevði verið eitt týdningarmikið átak í hesum høpi? Um so er, nær ætlar løgmaður, at farast skal undir at gera Suðuroyartunnilin?
Hendan spurningin setti Heðin Mortensen tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Bárður á Steig Nielsen, løgmann, herfyri.
Heðin Mortensen vísti á, at hóast fólkavøkstur seinastu tíðina hevur verið í øllum hinum høvuðsøkjum í landinum, er fólkatalið í Suðuroynni ikki vaksið. M.a. nevnir hann, at í 1985 búðu 13 prosent av fólkinum í Suðuroynni, meðan talið í dag einans er 8,8 prosent.
– Skal fólkatalið og vinnugrundarlagið styrkjast, er tað helst neyðugt, at landið hjálpir til við miðvísum átøkum; bæði til at stuðla undir ítøkiliga menning og til at birta størri áræði og broyta ímyndina av Suðuroynni.
– Avmarkaðu og kostnaðarmiklu flutningsmøguleikarnir eru ofta lýstir sum ein stór avbjóðing í sambandi við trivnaðin í Suðuroynni. Ein Suðuroyartunnil hevði bøtt munandi um hesi viðurskifti. Tí er tað viðkomandi hjá løgmanni at boða fólki og vinnu frá, um ætlanin er at fara undir at gera Suðuroyartunnil, segði hann. Fyrispurningurin hjá Heðin Mortensen kann lesast her.
Í svarinum til Heðin Mortensen, ásannar løgmaður, at eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi, har oyggjarnar verða knýttar saman, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring landið.
– Samgongan er samd um at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið, herundir íløgur í tunlar og undirsjóvartunlar. Ein Suðuroyartunnil er ein týdningarmikil partur av komandi samferðsluútbyggingum í Føroyum, sigur hann.
Løgmaður vísir eisini á, at nógv átøk eru framd í Suðuroynni seinastu árini, m.a. Ítróttarháskúlin í Vági og eftirskúlin á Tvøroyri. Eisini hava kommunurnar í oynni sett nógv góð tiltøk í verk at skapa góðan trivnað, sigur hann.
– Á fíggjarlógini fyri 2020 hava forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnil fingið sína egnu høvuðskontu, og hevur samgongan sett 5 mió. kr. av, soleiðis at hildið kann verða fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin. Tá hesar kanningar eru gjørdar, kunnu veruligu fyrireikingarnar til ein Suðuroyartunnil byrja, sigur løgmaður í sambandi við spurningin um Suðuroyartunnilin. Les alt svarið hjá løgmanni her.
Les eisini: Jørgen Niclasen: Síðstu fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin verða gjørdar í 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald