Mentan

- Eminem var fantastiskur

Hóast atfinningar um vánaligt ljóð, eru føroyskir festivalgangarar og ummælarar vælnøgdir við framførsluna hjá kenda rapparanum

Eminem á Orange scenuni á Roskilde Festival (Mynd: Ólafur Steinar Gestsson)

Eminem á Orange scenuni á Roskilde Festival (Mynd: Ólafur Steinar Gestsson)

2018-07-05 10:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

Nógvir festivalgangarar hava verið sera spentir at fara til Roskilde Festival í ár, tí høvuðsnavnið var eingin minni enn verðinskendi rapparin Eminem. 

Rapparin upptraðkaði í gjárkvøldið, og sum skilst var stúvstappað av fólki til konsertina. 

Nógvar atfinningar hava verið at sæð á sosialu miðlunum um vánaligt ljóð, men tað rínur tó ikki við hjá ummælarum, sum allir geva konsertini toppkarakter.

Soundvenue gevur rapparanum fimm stjørnur út av seks, og B.T., Jyllands-Posten og Gaffa geva heili seks stjørnur. 

- Um tú helt, at hesin rapparin frá Detroit var blivin gamal og troyttur, so var hann komin her fyri at vísa tær, at tú fórt skeivur, skrivar Soundvenue í teirra ummæli.

Føroyskir festivalgangarar eru eisini vælnøgdir, men halda eisini, at ljóðið ikki var nóg hart frá. 

- Hann var so góður! Vit stóðu eitt sindur aftarliga og í miðjuni, mitt millum tveir hátalarar, men eg kundi alíkavæl væl hoyra megsjálva syngja við, sigur Marita Johannesen, sum er ein av mongu føroyingunum, sum er á ársins Roskilde Festivali. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder