60 ára gamla poppstjørnan, Madonna finnst at sosiala miðlinum, Instagram, sum sambært henni trælbindir fólk við at fáa tey at jagstra viðurkenning frá øðrum.
- Tú verður upptikin av at samanbera teg sjálva við onnur. Burdi eg verið soleiðis? Burdi eg gjørt soleiðis, sæð soleiðis út? sigur songkvinnan, sum sjálv hevur gott 14 mió. fylgjarar á Instagram.
- Eg haldi, at Instagram varð gjørt fyri at fáa fólk at føla seg illa, sigur hon, sambært The Guardian.
Madonna heldur, at sosialir miðlar oyðileggja lívið hjá fólki, og hon sigur, at hon var heppin at vaksa upp í eini tíð uttan sosialar miðlar.
- Eg var so mikið heppin at hava eitt lív sum listafólk áðrenn snildtelefonir og Instagram og sosialar miðlar, tí tað gav mær tíð til at menna meg sum listafólk og sum menniskja uttan at føla trýstið av at verða dømd av øðrum og at skula samanbera meg sjálva við onnur, sigur hon.
Sjálv fortelur Madonna ofta 22 ára gomlu dóttir síni, at hon noyðist at steðga við at hugsa so nógv um, hvussu hon sær út, og hvussu onnur fólk fara at samanbera hana við seg.
Hon sigur, at hon tekur synd í teimum ungu nú á døgum.
- Eg taki synd í ungum fólki, sum ikki hava havt møguleikan at menna seg sum persón og gerast tann, tey ynskja at vera, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald