Uttanlands

– Eri samdur í, at krúnprinsessan hevur víst vánalig dømievni

Tað sigur norski forsætisráðharrin, sum skilur, at nógv reagera, eftir tað, sum er komið fram í nýggjastu Epstein-skjølunum

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)

2026-02-02 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska Mette-Marit krúnprinsessa hevur víst vánalig dømievni, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre við norska kringvarpið NRK, eftir at krúnprinsessan er sett í samband við Jeffrey Epstein.

Sambært norskum miðlum verður hon nevnd fleiri hundrað ferðir í nýggju skjølunum, sum amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi fríggjadagin.

– Krúnprinsessan hevur sjálv sagt, at hon hevur víst vánalig dømievni, og tað eri eg samdur í, sigur Jonas Gahr Støre.

Í skrivi sínum, sigur Mette-Marit krúnprinsessa m.a.:

– Eg visti vánalig dømievni og angri, at eg yvirhøvur hevði samband við Epstein. Tað er rætt og slætt pínligt. Eg ynski at vísa mína djúpastu samkenslu við ofrunum av áganginum hjá Jeffrey Epstein.

Les eisini: Fríðrikur kongur og norska krúnprinsessan nevnd í nýggjum Epstein-skjølum

Sambært NRK hittust krúnprinsessan og Epstein fleiri ferðir, og samskiftu tey ofta umvegis teldupost. Hon greiddi honum m.a. frá familjulívi sínum, spurdi honum um ráð, og eisini umrøddu tey bókmentir, gransking og heilsu.

Norska kringvarpið skrivar, sambært Ritzau, at fleiri norðmenn hava havt tætt samband við Epstein.

– Eg skilji, at nógv reagera eftir tað, sum er komið fram í skjølunum. Tað geri eg eisini. So nógvar upplýsingar eru komnir fram seinasta samdøgrið, sum ikki samsvara við tað, sum fyrr er komið alment fram, sigur norski forsætisráðharrin.

Les eisini: Starmer heitir á fyrrverandi prins um at vitna um Epstein

Í 2008 játtaði Epstein at hava rindað fyri kynsligar tænastur frá einari gentu undir 18 ár, og fekk hann 13 mánaðar fongsulsrevsing.

Í 2019 varð hann varðhaldsfongslaður fyri kynsliga misnýtslu av børnum og menniskjahandli. Hann noktaði seg sekan men náddi ongantíð at verða rættarsøktur í málinum, av tí at hann doyði fyri egnari hond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder