Uttanlands

– Eri til reiðar at seta nýggj revsitiltøk í gildi

Tað segði amerikanski forsetin, tá hann sunnudagin varð spurdur, um hann var til reiðar at seta í gildi nýggj revsitiltøk móti Russlandi, tó uttan at greiða nærri frá, hvørji tiltøk talan er um

Í august vitjaði russiski forsetin, Vldimir Putin amerikanska forsetan, Donald Trump í Alaska (Mynd: EPA)

Í august vitjaði russiski forsetin, Vldimir Putin amerikanska forsetan, Donald Trump í Alaska (Mynd: EPA)

2025-09-08 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Sonald Trump sigur seg vera til reiðar at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi.

Tað segði hann á veg úr Hvítu Húsunum sunudagin.

Tá hann varð spurdur, um hann var til reiðar at seta í gildi revsitiltøk móti Russlandi orsakað av krígnum í Ukraina, var stutta svar hansara:

– Ja, tað eri eg.

Trump greiddi ikki nærri frá, hvørji tiltøk hann er til reiðar at seta í verk, men hetta er tað tættasta hann er komin at siga, at hann er til reiðar at herða revsitiltøkini móti Russlandi ella londum, sum keypa olju úr Russlandi, skriva altjóða tíðindastovur.

Trump hevur fleiri ferðir hótt við revsitiltøkum men hevur ikki viljað sett tiltøk í verk, meðan samskifti er um frið í Ukraina. Men síðan russiski forsetin, Vladimir Putin vitjaði Trump í Alaska 15. august hevur Russland bert hert síni álop á Ukraina.

Náttina til sunnudagin varð boðað frá higartil størsta loftálopinum, sum Russland hevur framt móti Ukraina, síðan kríggið byrjaði í februar 2022. Fýra fólk lótu lív í álopinum, sum eisini rakti ein stjórnarbygning í høvuðsstaðnum Kyiv.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði sunnudagin, at hann væntaði eitt sterkt amerikanskt aftursvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder