
ES fer framvegis eftir at fáa eina handilsavtalu við USA, sum byggir á virðing og ikki hóttanir, skrivar samráðingarleiðarin hjá ES, ES-handilskommiserurin, Maros Sefcoviv á X.
Hann sigur, at ES vil hava eina avtalu, sum er góð fyri báðar partar, og ES-nevndin er framvegis til reiðar at arbeiða í góðari trúgv. Hann leggur tó afturat, at ES er til reiðar at verja síni áhugamál.
Fríggjadagin boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at stígur er komin í samráðingarnar um handilsavtalu við ES, og mælir hann tí til, at 50 prosent tollur verður lagdur á vørur, sum verða fluttar til USA úr ES.
Les eisini: Trump vil hava 50 prosent toll á ES
Frammanundan er ein grundtollur á tíggju prosent lagdur á vørur úr øðrum londum. Upprunaliga varð ætlanin hjá Trump, at tollurin á ES-vørur skuldi vera 20 prosent. Men í apríl varð hesin tollurin útsettur í 90 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald