
Ynskið hjá Ukraina er, at Evropa skal vera ein partur av einari friðartilgongd í Ukraina.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eftir at hann í gjár tosaði við týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz.
– Hetta kríggið hendir í Evropa, og Ukraina er ein avgerandi partur av Evropa - vit samráðast longu um upptøku í ES. Tí skal Evropa vera partur av øllum relevantum tilgongdum, skrivar Zelenskyj á sosialar miðlar.
Mikudagin tosaði Zelenskyj við amerikanska forsetan, Donald Trump og aðrar evropeiskar leiðarar, og tað var á hesum telefonfundinum, at Trump boðaði frá at hann skuldi hitta russiska forsetan, Vladimir Putin. Eisini ynskir hann, at hann og Putin skulu fundast við Zelenskyj, men einki verður sagt um Evropa í hesum sambandi, skrivar Ritzau.
Les eisini: Miðil: Trump ætlar at hitta Putin og Zelenskyj
Sambært russiskum miðlum er russiski forsetin ikki til reiðar at hitta Zelenskyj, men Ukraina hevur leingi ynskt ein fund á leiðslustøði.
Les eisini: Putin enn ikki til reiðar at hitta Zelenskyj
– Ukrainar eru ikki bangnir fyri fundum og vænta somu djørvu tilgongd frá russum. Tað er uppá tíðina, at vit fáa ein enda á hesum krígnum, sigur ukrainski forsetin.
Les eisini: – Loysnin skal finnast á leiðslustøði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald