- Haldi ikki tað er gagniligt fyri ein flokk at slíkar ákærur ganga millum floksfelagar alment. Eg fari at taka eitt álvarsligt prát við Páll, segði Høgni Hoydal við útvarpið í gjár um viðmerkingarnar hjá Páll á Reynatúgvu.
Hann segði, at hetta er samskifti sum fer fram á Facebook, men hann fer heldur at taka orðaskiftið beinleiðis.
Páll á Reynatúgvu fanst í gjár hvassliga at formanninum í Tjóðveldi í sambandi við menningarkvoturnar. Hann legði Høgna Hoydal undir at hava skaða flokkin.
Les eisini: Páll á Reynatúgvu: Høgni Hoydal gjørt skaða á Tjóðveldi
- Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um, skrivaði Páll á Reynatúgvu í viðmerkingini.
- Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað, sigur Páll á Reynatúgvu.
Høgni Hoydal segði við útvarpið í gjár, at hann ikki fer at viðmerkja tað, sum fer fram í einum slíkum persónligum kjaki.
- Øll slík mál sum skapa órógv upp undir eitt val haldi eg vit eiga at viðgerða sum tey málini tey eru, og ikki gera tað til beinleiðis persónsálop og annað, segði Høgni Hoydal.
- Menningarkvoturnar eru eitt trupult mál, og hava kravt eina serliga viðgerð av ávísum orsøkum. Tað má eg taka uppá meg, men hetta eru alt ov hvøss orð at brúka í einum slíkum máli, sum fer at taka eitt álvarsprát við floksfelagan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald