Innanlands

Gunnhild Helmsdal vart ph.d. um long COVID

Ritgerðin hjá Gunnhild, sum snýr seg um varandi koronusjúkueyðkenni í Føroyum, ber heitið: “Long COVID in the Faroe Islands: Longitudinal studies of persisting symptoms, predictors, and biomarkers following infection with Severe Acute Respiratory Syndrome Coronavirus 2.”

(Mynd: Setur.fo)

(Mynd: Setur.fo)

2026-06-13 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 12. juni vardi Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerð sína um varandi koronusjúkueyðkenni - sonevnt long COVID - í Føroyum.

Ritgerðin ber heitið: “Long COVID in the Faroe Islands: Longitudinal studies of persisting symptoms, predictors, and biomarkers following infection with Severe Acute Respiratory Syndrome Coronavirus 2.”

Gott 60 fólk vór í Kongshøll, har Anna Sofía Veyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum, leiddi verjuna, skrivar Granskingarráðið.

Fyrst fekk Gunnhild høvi at greiða frá sínum arbeiði og leggja metingar og úrslit fram. Arbeiðið er skipað í 4 greinar og eina samanfating í ritgerð.

Eftir framløguna fingu metingarfólkini orðið. Tey spurdu um ymisk viðurskifti og saman við Gunnhild umrøddu tey og kjakaðust um fleiri evni, millum annað um royndirnar at kanna, um tað eru biomarkørar, sum kunnu siga nakað um long COVID. Hetta bar ikki til at staðfesta í kanningunum hjá Gunnhild, tíansheldur í víðfevndari altjóða gransking.

Eisini varð kjakast um skipan av granskingini, millum annað um samansettu sjúkueyðkennini av long COVID, um val av kontrolbólki, um hvussu føroyska samfelagið handfór støðuna í sambandi við farsóttina, um hvørji tilboð hava verið og eru til heilsubót hjá teimum við long COVID og um hvussu Gunnhild hevði valt at skipað sína gransking í dag, um hon skuldi byrjað nú.

Metingarnevndin var samd um, at ritgerðin er væl skrivað og er greið, og at Gunnhild stóð seg væl til verjuna. Eftir fund í metingarnevndini var tí eisini full semja um, at Gunnhild hevði staðið verjuna,

Sum ph.d.-lesandi hevur Gunnhild verið starvssett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

[object Object]
Frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Thomas Benfield, Gunnhild Helmsdal, Helena Liira, Anna Sofía Veyhe, Marnar Fríðheim Kristiansen og Pál Weihe (Mynd: Gransking.fo)

Í vegleiðaratoyminum vóru Maria Skaalum, adjungeraður professari á Setrinum, høvuðsvegleiðarar, Pál Weihe, professari, hjávegleiðari, og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Anna Sofía Veyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum, forfólk, Helena Liira, professari á University of Helsinki, og Thomas Benfield, professari á Københavns Universitet.

Verkætlanin er stuðlað av p/f Krúnborg og Sp/f Borgartún, Heilsutrygd, Betri Stuðul og innanhýsis Granskingargrunnurin í Sjúkrahúsverkinum.

Samandráttur kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder