Kanningin, sum landsstýrismaðurin gjørdi av Glasir, hevur sína ávirkan á avgerðina at steðga samstarvinum við Ewald Kjølbro. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Ewald Kjølbro er farin frá sum stjóri á Landsverk.
Í kanningini vóru spurningar, sum ikki vóru svaraðir nóg væl. Eitt nú vísti tað seg, at arbeiðið kundi verið útgreinað nógv betri. Eitt nú varð tosað nógv um váðametingar, men tá alt kom til alt, fór tað fíggjarliga av sporinum. Bygningurin er flottur, men har eru ov nógvir manglar. Tí var týðiligt, at okkurt mátti hendi.
- Hetta er ikki ein løtt uppgáva, men vit komu til tað mark, at okkurt mátti henda. Avgerðin at enda samstarvið er tikin út frá eini heildarmeting, út frá kanningini, og út frá eini meting av hvussu vit gera frameftir. Vit mugu rudda upp, so at hetta ikki endurtekur seg, sigur Heðin Mortensen.
Landsstýrismaðurin væntar, at søkt verður eftir nýggjum stjóra fyrst í komandi ári. Men tað verður eftir ynskjum og nýhugsan hjá Samferðslumálaráðnum. Inntil tá verður fyribils stjóri væntandi settur.
Les eisini: - Ketan er hoppað av
Les eisini: Enn ikki vist um Landsverk heldur fram við Glasir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald