Innanlands

- Føldi meg býtta at hava ringt 112

Tá Helena varnaðist, at ein maður lá úti og hevði tørv á hjálp, ringdi hon til alarmsentralin, men fyrsta svarið hon fekk var, at tey ikki kundu gera so nógv við tað

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-10-05 19:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið, tá Helena Heðinsdóttir Jørgensen koyrdi eftir vegnum millum Vatnsoyrar og flogvøllin í Vágum, varnaðist hon, at ein maður lá við síðuna av vegnum og hevði tørv á hjálp. Ein kvinna var hjá manninum, og vórðu tær báðar samdar um at ringja 112. Men frá alarmsentralinum fingu tær ikki beinanvegin ta hjálpina, tær høvdu roknað við.

Í dagføring á Facebook greiðir Helena m.a. soleiðis frá:

- Á strekkinum millum Vatnsoyrar og flogvøllin síggi eg eina kvinnu standa uppi yvir einum manni, ið liggur við síðuna av høvuðsvegnum. Eg steðgi bilinum og renni yvir fyri at vita, um tey hava tørv á hjálp. Maðurin er ávirkaður av rúsdrekka, men er við vit. Hann klárar ikki at flyta seg og sigur seg hava ligið har leingi. Eg og kvinnan vita ikki, hvat vit skulu gera og halda tað vera best at ringja 112.

At byrja við er svarið frá alarmsentralinum tó, at tey ikki kunnu gera so nógv við tað.

- Eg ringi, tí eg ikki veit, hvat eg skal gera, maðurin er kaldur, og vit eru bangnar fyri at hann kann hava fingið skaða í ryggin ella annað álvarsligt. Samstundis er tað skýmligt, og maðurin er ikki lættur at bera eyga við tætt at høvuðsvegnum. Maðurin frá alarmsentralinum spyr meg, um eg veit navnið á tí manninum eg ringi um. Tað geri eg og sigi honum navnið. Svarið er umleið soleiðis: ”åh hann, ja… Hann kemur altíð út fyri onkrum sovorðnum. Tað er ikki nógv at gera uttan at lata hann liggja.”
Hetta skelkaði meg. Eg og hin kvinnan standa í eini støðu, har vit ikki vita, hvat vit skulu gera, greiðir Helena frá.

- Fleiri fólk koma til og ætla sær eisini at ringja 112. Maðurin sjálvur kann heldur ikki hava tað serliga gott. Tað endar við, at maðurin í horninum sigur, at hann skal vita um onkur patrulja er á vegnum, sum kann hyggja til mannin. Har endar samtalan. Ein lækni koyrir tilvildarliga framvið, steðgar og fær sett manninum, ið liggur har røttu spurningar og givið vegleiðing. Eg síggi, at ein sjúkrabilur koyrir við Vatnsoyrar og kenni meg tryggari, tí nú kann onkur annar, ið veit betur enn eg taka ábyrgdina.

Helena hevur síðani fingið fortalt frá kvinnuni, sum var fyrst á staðnum, at maðurin varð tikin upp í sjúkrabilin og koyrdur til hús.

Helena greiðir frá, at hon kendi seg hjálparsleysa í eini støðu, har hon ikki átti at verið tað, og er hon kedd um, at hvørki hon ella maðurin, ið tørvaði hjálp vórðu tikin í álvara.

- Eg føldi meg býtta at hava ringt 112, men gjørdi eftir bestu sannføring. Hendan upplivingin hevur við sær, at næstuferð eg standi í eini støðu, har eg umhugsi at ringja 112, lati eg kanska vera. Eg vóni at tey, ið arbeiða á økinum taka hetta til sín og hugsa um støðuna hjá tí, ið ringir. Tað er ikki fyri stuttleika, at eg valdi at ringja, skrivar hon at enda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder