Innanlands

- Fólkaflokkurin forsømdi farleiðina Norður um Fjall í 20 ár

Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-02 15:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, finst í lesarabrævi hvassliga at Fólkaflokkinum.

- Tunlarnir norður um Fjall hava verið eitt forsømt øki hvørt einasta ár, meðan Fólkaflokkurin sat við valdið, - í eini 20 ár á rað. Ikki eitt oyra untu tey hesum øki, meðan tey høvdu møguleikan, sigur hon.

- Men nú, tey við vissu vita, at hendan samgongan raðfestir økið, látast tey at vilja hesum tunlum væl og koma við uppskotum uppá kvamsvís. Fyri líkasum í eini roynd at yvirhála samgonguna.

Tunlarnir norð um fjall (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tingkvinnan ger vart við, at tað ikki ber til at seta bæði Hvalbiartunnilin og tunlarnar Norð um fjall í gongd samtundis.

- Vit hava eisini ein búskap at verja, og tí mugu vit raðfesta. Álvaratos, í staðin fyri at látast at vilja økinum norðanfyri væl, áttu tit at biðið økinum um umbering fyri førsømt arbeiði, fyri tey árini tit høvdu møguleikan at gera nakað. 

Annita á Fríðsriksmørk mælir andstøðuni at knýta seg at ætlanunum hjá samgonguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder