Meirilutin í fíggjarnevndini heitir í tíðindaskrivi í dag á landsins leiðslu í fyrsta lagi at virða ein demokratiskan meiriluta, og í øðrum lagi at skriva út nýval.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent fíggjarnevndini fundarboð mánadagin 28. januar at viðgera broyting til løgtingslóg um landsins játtanarskipan.
Men meirilutin í fíggjarnevndini sær onga meining í at møta á fundi í landsstýrinum, nú landsstýrið hevur noktað fíggjarnevndini at hava fund í Løgtinginum.
Tað siga teir fýra í meirilutanum í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, í tíðindaskrivi seinnapartin.
- At landsstýrið hevur yvirtikið arbeiðið í fíggjarnevndini er ikki nakað nýtt. Hetta hevur andstøðan í fíggjarnevndini víst á í fleiri umførum, seinast tá fíggjarlógin fyri 2019 var til viðgerðar. Nú er sjón fyri søgn, at fólkaræðið er sett til viks, tí samgonguleiðararnir ikki fáa mannað lið.
- Fíggjarnevndin er tikin til gísla og alt arbeiðið steðgað. Samgongan setir persónsspurningar og persónligt vald hægri enn samfelagsins áhugamál. Slík valdsmisnýtsla frá teimum, sum siga seg verða vald at fáa álit aftur á politisku skipanina, undirgrevur alt álit á politisku skipanina.
- Meirilutin í fíggjarnevndini heitir staðiliga á landsins leiðslu í fyrsta lagi um at taka annað skinn um bak og at virða ein demokratiskan meiriluta; og í øðrum lagi at skriva út nýval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald