Innanlands

- Føroyar hava eina fosturtøkuferðavinnu

Hetta segði landsstýrismaðurin í lógarmálum á tingsins røðarapalli. Bjarni Kárason Petersen hevur sett málið um fosturtøku fram - 2. viðgerð er ikki byrjað enn, men kjakið er

Landsstýrismaðurin hevði ikki nøkur tøl fyri, hvussu nógvar kvinnur fara til Danmarkar fyri at taka fosturtøku, og atfinningar komu beinanvegin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsstýrismaðurin hevði ikki nøkur tøl fyri, hvussu nógvar kvinnur fara til Danmarkar fyri at taka fosturtøku, og atfinningar komu beinanvegin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onnur viðgerð í løgtingsmálinum um førsturtøku er framvegis ikki frammalaga á longu dagsskránni enn. Tó er kjakið byrjað.

Síðani klokkan 10 hava munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk verið á skránni, og tað næstseinasta hevði Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum. Tað var til Bjarna Kárason Petersen. Landsstýrismaðurin í lógarmálum eigur uppskotið um fría forsturtøku fram til 12. viku. Hann varð spurdur, um ætlanin er at hækka tað til 18 vikur seinni - eins og tað er í Danmark.

Allur fyrispurningurin sæst her

Beint nú snýr tað seg um hetta uppskotið, sum fyriliggur, var boðskapurin millum annað. Bárður á Lakjuni hevði tó eisini spurt um sonevndu "fosturtøkuferðavinnuna": Um vandi ikki er fyri, at kvinnur ikki fara til til dømis Danmarkar at fáa fosturtøku ímillum viku 12 og 18 frá næsta árið.

Her staðfestir Bjarni Kárason Petersen, at Føroyar eftir øllum at døma hava eina slíka fosturtøkuferðavinnu: At tað eru nógv dømi um kvinnur, sum fara til Danmarkar í hesum ørindum.

Landsstýrismaðurin hevði ikki nøkur tøl uppá hetta. Tað eru helst ymiskar orsøk til hetta. Nógvar og harðar atfinningar komu úr salinum vegna hesa útsøgnina: At talan var um eitt uppáhald og eitt amboð til at fáa uppskotið ígjøgnum.

Tað vóru tinglimir úr serliga Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, sum settu spurnartekin við útsagnir og uppskot hjá Bjarna Kárason Petersen. Harvið er viðgerðin av lógaruppskotinum fosturtøku í roynd og veru byrjað í tingsalinum. Í samband við spurningin um lækkandi burðartal til Margit Stóra, varð fosturtøku spurningurin eisini reistur.

Landstýrismaðurin nevndi eisini, at fleiri kvinnur taka ólógligan heilivág fyri at fremja fosturtøka. Hetta kann sjálvandi ikki skjalfestast.

Sí eisini: Heilsustarvsfólk skulu sleppa undan at fremja fosturtøku

Eftir spurningarnar fara nøkur mál skjótt til atkvøðu við 3. viðgerð, áðrenn 2. viðgerðirnar byrja.

Sí skránna og fylg við her

Rættað:14.58

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder