Innanlands

- Føroyska umboðanin í Keypmannahavn er væl røkt

Í løtuni er meira brúk fyri sendimanninum heima í Føroyum at arbeiða við marknaðarmøguleikum í Fjareystri, sigur landsstýrismaðurin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-10-24 14:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinastu tíðina hevur ongin sendimaður verið fast á føroysku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Hetta er fallið eitt nú sambandsmonnum á løgtingi fyri bróstið, tí tað er í stríð við løgtingsins samtyktir, ið hevur samtykt eina játtan til at hava ein sendimann í Keypmannahavn.

Edmund Joensen setti tí landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning á tingi í morgun um, nær landsstýrismaðurin ætlar at fáa viðurskiftini á sendistovuni í rættlag aftur.

Poul Michelsen greiddi frá, at tað hevur verið ein spurningur um raðfesting at kalla Sigmund Ísfeld heim til Føroya í eitt tíðarskeið.

- Sendimaðurin situr í Føroyum og røkir uppgávurnar hiðani. Tað er tí at hann í stóran mun verður brúktur til átøk at vinna føroyskari vinnu størri marknaðarlut í Fjareystri. Hann er eisini við í fyrireikingunum at seta á stovn eina sendistovu í Fjareystri, segði Poul Michelsen.

Poul Michelsen nevndi fyrst Beijing, høvuðsstaðin í Kina, sum staðið, har sendistovan skal vera, men rættaði seg sjálvan við at siga ”... ella í Fjareystri í hvussu so er”.

Landsstýrismaðurin vísti aftur, at umboðanin í Keypmannahavn er rakt av, at sendimaðurin nú arbeiðir við útgangsstøði í Føroyum.

- Tað at sendiharrin er til staðar, ger ikki tænastuna á sendistovuna verri. Hann er javnan í Keypmannahavn fyri at taka sær av teimum uppgávum, ið honum áliggur, og annars verður samskiftið røkt úr Føroyum. Á sendistovuni hava vit dugnalig starvsfólk, sum avgreiða tær tænastur, ið verður kravt av eini føroyskari sendistovu, bæði av føroyingum og útlendingum, segði landsstýrismaðurin.

Sambært galdandi fíggjarlóg, hevur løgtingið játtað sendistovuni í Keypmannahavn góðar 5 milliónir krónur. Sendistovan hevur eisini nakað av inntøkum, so nettoútreiðslan fyri sendistovuna á Norðurbryggjuni er 3,7 milliónir krónur.

Edmund Joensen, løgtingsmaður, helt lítið um svarið frá landsstýrismanninum, tí tað er hansara fatan, at landsstýrismaðurin av sínum eintingum skúgvar løgtingssamtyktini til viks við at kalla sendimannin heim at gera uppgávur, sum landsstýrismaðurin heldur hava størri týdning enn at røkja sína uppgávu í Keypmannahavn.

- Umboðsstøvan er væl røkt. Tað er ikki neyðugt at hava sendiharran á staðnum fyri at kunna avgreiða neyðugar tænastur, var aftursvarið hjá landsstýrismanninum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder