Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um leiðslustøðuna í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum.
Hetta tí at stjórin seinastu 14 mánaðirnar, Jóanis Erik Køtlum, í gjár segði seg úr starvi.
Tingmaðurin spyr millum annað hvussu nýggi leiðslubygnaðurin í sjúkrahúsverkinum hevur virkað higartil, og hvussu uppgávu- ábyrgdar- og heimildarbýtið er millum forstjóra og landsstýriskvinnuna/aðalráðið.
Hann vil eisini vita hvørjar broytingar og hvørji ítøkilig úrslit eru nádd síðani forstjórin tók við starvinum 2. januar 2018, í sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum.
Eisini verður spurt um hvør orsøkin er, at játtanir ikki halda á Landssjúkrahúsinum, og hví fráboðanir um týðandi frávik ikki koma í góðari tíð ella leypandi.
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at Landssjúkrahúsið, og nú eisini føroyska sjúkrahúsverkið, liggur enn einaferð í leiðsluloysi - hesaferð er tað forstjórin, sum eftir bara 14 mánaðum í starvinum hevur sagt upp. Grundgevingar hansara í fjølmiðlunum eru, at samskiftið við aðalráðið er vánaligt, umframt at ráðið vísir honum vantandi álit við m.a. at tosa niður til hann. Nakað við vánaligari leiðslumentan í Heilsu- og innlendismálaráðnum.
- Hetta er ein álvarslig støða, serliga tí, at kontinuiteturin í strategiska leiðsluarbeiðinum konstant verður brotin og byrjast skal av nýggjum nú eftir hondini hvørt ár ella annaðhvørt ár. Harafturat gongur hesin leiðsluligi óstabilitetur út yvir búskaparleiðslu og stýring á Landssjúkrahúsinum, og harvið framleiðsluna ella sjúkraviðgerðirnar, heldur tingmaðurin.
- Við hesum framhaldandi leiðsluliga kaos, er greitt, at nakað er heilt galið er við verandi leiðslubygnaði, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum.
- Forstjórin hevur als ikki tær heimildir, sum skulu fylgja við teimum uppgávum og ábyrgd, sum áløgd er honum, eitt nú setir hann ikki sjálvur stjórar á teimum smærru sjúkrahúsunum og heldur ikki læknastjóra o.a. Hetta er við til at bypassa hann sum evsta leiðara og undirgravar hansara slagdygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald