Innanlands

- Franciskanara-systrarnar hava havt ein ómetaligan týdning fyri býin og borgarnar

Hetta segði borgarstjórin á Sankta Frans-degnum í gjár, sum samstundis var 90-ára hátíðarhald

- Hjá fleiri familjum hava øll børnini ferðast gjøgnum hesar stovnarnar. Í nøkrum førum er talan um fleiri ættarlið. Hetta í sjálvum sær boðar frá dygd (Mynd: torshavn.fo)

- Hjá fleiri familjum hava øll børnini ferðast gjøgnum hesar stovnarnar. Í nøkrum førum er talan um fleiri ættarlið. Hetta í sjálvum sær boðar frá dygd (Mynd: torshavn.fo)

2021-10-05 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár hevði Sankta Frans Skúli hátíðarhald. Sankta Frans-dagur verður hildin 4.okt á hvørjum ári, til minnis um at Sankta Frans varð borin til gravar. Hetta hava tey hátíðarhildið síðan Sankta Frans Skúli varð stovnaður. Hendan dagin fáa bæði børn og lærarar ein øðrvísi skúladag. Søgur og sangir, spæl og kappingar, lagkøku og ís. Væl at merkja, uttan nakra vanliga undirvsing.

Eftir at Aslaug Olsen, skúlastjóri, hevði bjóðað vælkomin, sungu børnini í 3.A tann vakra sangin “Her er kærleiki at finna”.

[object Object]
Mynd: torshavn.fo 

Síðani bar Heðin Mortensen borgarstjóri fram eina heiðursrøðu, til Sankta Frans skúla og til Franciskanara-systrarnar, nú tað eru liðin 90 ár síðani tær fyrstu nunnurnar komu til Føroyar.

Til ber at lesa alla røðuna og síggja fleiri myndir á torshavn.fo

[object Object]
Mynd: torshavn.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder