
Upprunaliga var koppsetingarætlanin í Føroyum tann, at umleið helmingurin av skamtunum av koronakoppsetingunum skuldu goymast, so at hvør einstakur fór at fáa seinna prikið tvær til tríggjar vikur eftir tað fyrra, men nú er fokus á, at nýta tað sum ein fær.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Kringvarpið, at tað er sannlíkt, at bíðitíðin millum prikini verður áleið tvífalt so long sum ætlað, og Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónsmedisini, segði í Degi & Viku í gjár, at tað gevur meining at bíða. Hetta so at fleiri kunnu fáa fyrsta prikið - tað letur seg gera, tí tað er so effektivt.
- Fyrra "vaksinan" gevur eina trygd á áleið 90 prosent, sum so kemur upp um 95 prosent seinnu ferð ein hevur fingið vaksinu, sigur Shahin Gaini.
Í Stórabretlandi verða heili tólv vikur ímillum prikini. Hetta tí at trýstið á sjúkrahúsverkið er so stórt, og at tað er so stórur tørvur á koppingarevni. Á tíðindafundi í Danmark í gjár segði stjórin í Sunhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, at fyrsta prikið gevur stóra trygd, og at tað er vísindalig prógv fyri, at seinna prikið er effektivt, hóast tað kemur so seint. Pfizer og BioNTech, ið hava framleitt eitt koppsetingarevni saman, hava annars sátt iva um hetta.
Les eisini: Heilsustýrið mælir til at bíða við øðrum priki - framleiðarar ávara ímóti
Tað er ikki tikin endalig avgerð um, tað fara at ganga seks vikur millum fyrra og seinna prikið í Føroyum. 550 fólk eru vorðin koppsett, og talið í endanum av vikuni verður 1200, um tað gongur sum Heilsuverkið ætlar. Næsta sendingin av skamtum kemur møguliga fyrst í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald