
– Tað er gleðiligt, at vit nú kunnu fara at veita fólki við diabetes enn betri viðgerðartilboð, enn vit gera nú, segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, tá móttøka var fyri nýggju føroysku Steno Miðstøðini á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin.
Móttøkan var í bláa ambulatorii bygninginum, har Útistova og Steno Miðstøðin húsast.
– At Steno Miðstøðin nú er sett á stovn í Føroyum er eitt stórt framstig, og fer at tryggja at viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking innan diabetes og endokrinologi í Føroyum, framhaldandi verða ment, segði landsstýriskvinnan.
– Við at vera ein partur av Steno-felagsskapinum, fáa tit sum starvast innan økið, ein størri samstarvspall, har tit kunna deila og fáa vitan úr. Og tað er í síðsta enda til fyrimuns fyri sjúklingar við diabetes og endokrinologiskum sjúkum. Endamálið við øllum tí, sum vit gera í heilsuverkinum, eigur at vera, at sjúklingurin ella borgarin fær eina betri tænastu.
Miðstøðin í Føroyum er ein partur av Steno-felagsskapinum saman við seks øðrum miðstøðum – fimm miðstøðir í donsku regiónunum og ein miðstøð í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald