Innanlands

- Gøtan út í Mykineshólm er eitt runudýki

Ria Tórgarð harmast um óskipaðu móttøkuna av øllum ferðafólkunum, sum koma til Mykinesar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-27 14:06 Author image
Oda Strøm
placeholder

Sjónbandið omanfyri hevur Ria Tórgarð deilt, sum vísir hvussu ferðafólkini glíða í runudýkinum á gøtuni út í Mykineshólm.

Ria Tórgarð sigur, at støðan bara versnar úti í Mykineshólmi, og árinini eru sjónlig. 

- Eitt runudýki, sum breiðir seg meira og meira, ljótir, gulir pelar mitt ígjøgnum lundalandið. Eini 200 fólk, sum ganga hasa gøtu HVØNN DAG. Glíða, steðga at taka myndir, detta í lundaholur, o.s.fr. Árinini á fuglalívið, lendið og náttúruna eru sjónlig og tala fyri seg. Hevur ongin, ið arbeiðir við ferðavinnu, sæð hendan sera álvarsama trupulleika koma? 

- Hesar myndir vísa nøkur úrslit av ótálmaðu, óskipaðu og sera óintelligentu móttøkuni av øllum ferðafólkunum, sigur Ria Tórgarð. 

(Mynd: Heini Heinesen)

(Mynd: Heini Heinesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder