Innanlands

- Gott at sleppa at sova í turrari song aftur

Livar Nysted veit enn ikki nær teir sleppa heim aftur

Fast undir fótum aftur. Livar saman við róðrarfeløgunum, serbanum Predragh Tripkovic (t.v.) og skiparanum, niðurlendinginum Ralph Tuijn (t.h.)

Fast undir fótum aftur. Livar saman við róðrarfeløgunum, serbanum Predragh Tripkovic (t.v.) og skiparanum, niðurlendinginum Ralph Tuijn (t.h.)

2020-04-27 16:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Áh, sum tað var gott at sleppa at sova í eini bleytari og ikki minst turrari song aftur. Næturnar hava verið ógvuliga váttligar hesar seinastu dagarnar, tí tað regnaði óvanliga illa. Eg skuldi fáa mær ein lítlan lúr tíðliga í gjárkvøldið, og vaknaði ikki aftur fyrr enn í morgun.

Livar Nysted er sera glaður um at hava fingið fast undir fótum aftur eftir at hava róð hvørtur um Atlantshavið, teir seinastu 900 fjórðingarnar ’eftir reyv’ tí teir mistu róðri, tá tað varð álopið av einum stórum hávi.

- Sjálvandi var tað spell at vit ikki kláraðu tey metini, sum vit høvdu sett okkum fyri. Men eg má siga, at hesin túrurin hevur verið tann mest spennandi túrurin eg havi verið við til. Tað er tá tað ikki gongur eftir ætlan, at tað blívur eitt ævintýr – tað má eg sanna.

- Seinast strekkið gjørdist sera spennandi, tí nærum alt, sum kundi ganga galið, gekk galið hjá okkum. Fyrst gekk vatngerarin hjá okkum fyri, so vit máttu gera vatn við hondkraft við einum eyka vatngerara, ið bert er ætlaður at brúka í undantaksstøðu.

Svangligt umborð
- Og so hasin hávurin, sum oyðilegði okkum róðrið. Eisini vísti tað seg, at rættiliga nógv av proviantinum, vit høvdu við, varð oyðilagdur, tí hol var komið í innpakningin. So hesar seinastu vikurnar hevur verið svangligt umborð.

- Vit settu skamtið niður í helvt, so vit vóru svangir alla tíðina. Tað er ein undarlig kensla at ganga ganga svantur konstant. Tað er ikki nakað, man er vanur við. Men so var eisini spennandi at royna seg sum fiskimaður og fáa onkran stóran fisk um stokkin við einum heimagjørdum húki, greiðir Livar frá í telefonini úr høvuðsstaðnum í Franska Gujana, Cayenne.

Fingu eitt sleip seinastu fjórðingarnar
Seinasta strekkið var eisini ein serlig avbjóðing, ikki bara tí at teir máttu stýra við árunum, men út fyri Cayenne er ein rættiliga harður streymur, sum ger at tað er sera trupult at koma inn í havnina í einum árabáti.

- Ferðin ta seinastu náttina var rættiliga stór, tá vit komu inn í henda streymin. Tíbetur kom ein bátur út móti okkum og gav okkum eitt sleip teir seinastu fimm fjórðingarnar. Annars veit eg ikki hvat vit høvdu endað – í Venesuela kanska, sigur Livar.

Enn er ivasamt hvussu verður við heimferðini hjá teimum fimm monnunum umborð á bátinum Rose.

- Vit eru komnir fram nú, og tað týdningarmesta var at vit fingu bjargað bátinum og okkum sjálvum. Nú verður farið í gongd við at kanna hvussu vit sleppa til Evropa aftur og haðani heim, sigur Livar Nysted.

Les eisini: Hávaálop hevur oyðilagt allar vónir um met

Les eisini: Livar fangaði dorado-fisk við heimagjørdum húki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder