Innanlands

- Hava hildið at trygdin hevur verið nøktandi

Men tað kann hon so ikki hava verið. Tað er sera óheppið, sigur Mimi Steintórsdóttir, forkvinna í FO-ráðnum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-28 07:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava hildið, at trygdin hevur verið nøktandi, men tað kann hon so ikki hava verið, tá teldusníkar eru slopnir inn. Tað er sera óheppið, segði Mimi Steintórsdóttir, forkvinna í FO-ráðnum, sum hevur nic.fo undir hond, við útvarpið í gjárkvøldið.

Nic.fo varð álopið síðsta vikuskiftið, og tað hevði við sær av teldusníkar fingu atgongd til allar brúkarar og loyniorð á heimasíðuni. Hetta er ikki hvør sum helst heimasíða. Nic.fo er heimasíðan har .fo nøvn verða umsitin, og tí er hetta rættiliga álvarsligt.

- FO-ráðið hevur fingið serfrøðingar bæði í Føroyum og uttanlands at hyggja eftir hesum. Tað verður nú kannað saman við teknisku kanningareindini hjá løgregluni, har man so deilir vitan og roynir at finna útav, hvussu álopið yvirhøvur kundi henda, sigur Mimi Steintórsdóttir.

Hon sigur við útvarpið, at teldusníkarnir bara broyttu sonevnda dns í átta av teimum umleið 4.500 .fo nøvnumum. Harav vóru fýra av teimum ikki aktivar heimasíður.

- Har hevur mann sett inn beinanvegin mánadagin og broytt dns aftur til tað, sum tað eigur at vera. So tað á tann hátt hevur byrgt fyri, at hakkararnir sluppu víðari, sigur Mimi Steintórsdóttir við útvarpið

Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum og letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum og verða ikki ávirkað av hesum.

- Um hakkararnir vildu, kundu teir fingið atgongd til inngangandi teldupostar fyri eitt nú taks.fo, løgting.fo, heilsutrygd.fo og so víðari, sigur Ragnar Sigurðsson Joensen, KT-trygdarserfrøðingur, við Portalin.

Hann sigur hetta vera sera álvarsligt og eftirlýsir betri trygd.

Les eisini: - Kundu yvirtikið alt alment teldupostssamskifti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder