Innanlands

- Havi ikki tikið støðu til Framsókn

Magni Laksafoss sigur, at hann enn umhugsar, hvønn hann skal stilla upp fyri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-29 17:34 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað havi eg ikki tikið støðu til enn. Eg segði, at Framsókn var ein møguleiki, men eg havi ikki biðið Framsókn um loyvi at koma upp í flokkin enn. 

Tað sigur Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður. Á forsíðuni á Sosialinum í dag er yvirskriftin: "Magni Laksafoss upp í Framsókn". Men Magni Laksafoss afturvísur also, at hann hevur avgjørt at fara upp í Framsókn. 

- Eg varð spurdur um ríkisrættarliga spurningin og segði, at tað ikki var nakar trupulleiki, tí eg gangi inn fyri einum sjálvberandi búskapi, og tað havi eg altíð gjørt. Profilurin hjá Framsókn passar eisini væl til mín. Men eg havi ikki tikið støðu til at fara upp í Framsókn enn, sigur Magni Laksafoss. 

Í greinini í Sosialinum stendur eisini, at Magni Laksafoss heldur, at núverandi samgonga er tann besta at fáa síni hjartamál ígjøgnum við. Magni Laksafoss sigur millum annað við Sosialin, at hann heldur núverandi samgongu vera tað bestu, at fáa grønt orkuskifti ígjøgnum við. Og tað sigur Magni Laksafoss eisini við Portalin. 

- Eg trúgvi uppá, at núverandi samgonga er tann frægasta at fáa mín orkupolitikk ígjøgnum við. Millum annað út frá tí orðaskiftinum, sum hevur verið og tí, sum hinir flokkarnir hava sagt. Eg og Poul Michelsen tosa eisini væl saman, sigur Magni Laksafoss. 

Fólk hava gitt meg í eyst og vest 
- Tað er eitt nú ongin loyna, at eg havi tosað við Sjálvstýri, men nú havi eg tikið endaliga støðu um, at eg stilli ikki upp fyri tann flokkin, sigur Magni Laksafoss, sum leggur afturat, at hann hevur tosað við fleiri aðrar flokkar eisini. 

Tað kann tykjast sum, at Magni Laksafoss kann fara upp í allar flokkar, men hann sigur at soleiðis er ikki. Spurningurin til Magna Laksafoss er tó, um hann ikki manglar eitt hugsjónarligt mið, tá tað tekur so langa tíð at finna ein flokk? 

- Fólk hava gitt meg í eyst og vest, og um tey hava hug til tað, so mugu tey tað. Tað sum eg havi roynt at gjørt, er at finna eina loysn uppá, at fáa mín politikk ígjøgnum. Nú skal eg so finna útav, hvønn flokk eg skal stilla upp fyri, sigur Magni Laksafoss. Hann sigur eisini, at tað eru fleiri flokkar, sum hann als ikki hevur havt áhugað í at stilla upp fyri. 

Í síðstu viku gjørdist greitt, at samgongan ikki megnaði at liva upp til avtaluna við Magna Laksafoss. Tí er eisini greitt, at Magni Laksafoss ikki longur er bundin at avtaluni við samgonguna. Hann sigur sjálvur, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum um dagføring av vegum og tunlum. Men kann tað ikki  tykjast undarligt at atkvøða fyri uppskotum hjá andstøðuni, um so er, at hann hevur ætlanir um at fara upp í samgonguflokk aftaná? 

- Tað haldi eg ikki. Eg eri ikki í nøkrum flokki sum er. Eg gjørdi eina avtalu við samgonguna, sum hon hevur brotið. Eg má føra politikk út frá tí støðuni, sum eg eri í. Hon er, at eg ikki havi nakra avtalu við samgonguna, greiðir uttanflokkatingmaðurin frá. Hann sigur at hann fer at taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum, heilt einfalt tí hann tekur undir við tí. 

Magni Laksafoss sigur at enda, at ætlanin avgjørt er at stilla upp á næsta løgtingsvali, men at avgerð um, hvønn hann stillar upp fyri, verður tikin seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder