Landsverk hevur fingið nógv orð oman yvir seg í dag í sambandi við, at Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum.
- Tá óerligheit er uppi í. Tá man situr yvirav fólki, og tey halda sannleikanum aftur, tá hevði eitthvørt aðalráð verið prísgivið, segði hon við útvarpið á middegi.
Og í fráboðanini, har hon leggur frá sær segði hon:
- Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi.
Hon segði seg eisini als ikki hava álit á Landsverki.
Men sambært fyrrverandi landsstýriskvinnuni kundi hon verið meira hvøss í mun til Landsverk.
- Tá eg fekk hesi boðini í januar, at vit tosa um tíggjutals milliónir í óholdnum rokningum, fleyt bikari yvir. Onkur heldur kanska, at eg hava verið eitt sindur hvassorðað í dag, men eg vildi hinvegin spurt um eg havi verið ov lítið hvassorðað, tí hatta er ikki í lagi, segði Rigmor Dam í Degi & viku í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald