Innanlands

- Hendan samgongan átti at lagt frá sær

Tað kemur einki burturúr Tjóðveldi, og Javnaðarflokkurin hevur sett seg í trupulleikarnar við sínum vallyftum og raðfestingum. Hetta vísir Jørgen Niclasen á av tingsins røðarapalli, har nógv hørð orð fella móti samgonguni

- Hetta er ikki rímiliga viðferð og kann ikki samanberast við onnur verkføll. Hetta er at bróta samráðingarrættin, staðfestir Jørgen Niclasen (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta er ikki rímiliga viðferð og kann ikki samanberast við onnur verkføll. Hetta er at bróta samráðingarrættin, staðfestir Jørgen Niclasen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-02 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta viðgerð av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er í løtuni í gongd. Endamálið hjá samgonguni er at í øllum førum seta undantøkini í gildi aftur við lóg, so at lív og heilsa ikki kemur í vanda.

Sí eisini: 
- Hurðin varð smekkað aftur í gronina á okkum
- Nú fara allir sjúkrarøktarfrøðingarnir í verkfall

Framferðarhátturin hjá samgonguni sum heild hóvar ikki andstøðulimunum. Formaður Fólkafloksins var fyrstur á røðarapallinum og ikki Ingilín Didriksen Strøm, sum stendur sum uppskotstillari. Landsstýriskvinnan er burturstødd.

Beinir Johannesen spurdi, um "man hevði væntað nakað annað". Hann brúkti eisini eina góða løtu av sínari tíð at harta Javnaðarflokkin - millum annað fyri ikki at hava eitt framsøgufólk. Tað hevur Tjóðveldi heldur ikki, og partamaðurin hjá Beini Johannesen, Árni Skaale, helt hetta vera langt úti- Ábyrgdarloysi varð nevnt í báðum førum, og eisini frá Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.  Árni Skaale nýtti eisini orðið "grátiligt".

[object Object]
Beinir Johannesen fer upp fyrst - sum framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Løgmaður, Aksel V. Johannsen, er tað einasta umboði frá Javnaðarflokkinum, sum higartil hevur verið á tingsins røðarapalli. Størsti flokkur á tingið, ið lovaði lønarlyft til ávísar bólkar innan umsorg, hevur fingið nógvar atfinningar fyri at vera "tigandi" (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Í 2021 var tað at fylla samfelagið sundur - nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð

Jørgen Niclasen var uppaftur meira braneggjaður. Hann heitti á samgonguna um at fara til hús; at leggja frá sær orsakað av støðuni,sum samgongan hevur latið tað endað í.  Fyrrverandi formaðurin í fólkaflokkinum helt fyri, at trúvirði var burtur, og Javnaðarflokkurin byrjaði trupulleikan við sínum vallyftum og at man "valdi ávísar bólkar út", sum skuldu fáa lønarlyft. Eitt ósamsvar er, segði Jørgen Niclasen, sum eisini skeyt eftir Tjóðveldi, har "einki kemur burturúr", og helt at løgmaður meira ella minni hótti løgtingið við at siga, at bráðfeingis hjálp ikki er tøk, sum nú er.

Júst tað við ávísum bólkaum er at gera mun á fólk, helt Jacob Vestergaard fyri, og hann skilti ikki hvar føgru orðini og virðingin fyri sjúkrarøktarfrøðingunum var nú, tá pengarnir skulu á borið. Hann, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum og aðrir røðarar undraðist á tøgnina frá serliga Javnaðarflokkinum í málinum. - Tað er sum um, at man vil tiga hetta álvarsmálið burtur og ikki taka ábyrgd, segði Árni Skaale. 

Vantandi tíð at fyrireika seg til málið og vantandi viðurkenning av álvarsomu støðuni í nóg góðari tíð hava eisini verið nevnd. Røðarnir heita eisini á, at farið verður til veruliga samráðingar aftur.

Málið verður framvegis viðgjørt og til ber at fylgja við her.

[object Object]
Ruth Vang hevur evstu ábyrgd av samráðingunum, vegna Fíggjarmálaráðið. Landsstýriskvinnan hevur ikki havt orðið enn til viðgerina. Hon hevur víst á, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur "smekkað hurðina í gronina á henni" (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ein rúgva av áhoyrarum í dag: Sjúkrafktarfrøðingar, limirúr fakfeløgunum og onnur (Mynd: Sverri Egholm)


Les eisini: Í Fasta Gerðarættin við sjúkrarøtkarfrøðingunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder