Innanlands

– Hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan

1700 borgarar fáa møguleika at svara spurningum um teirra trivnað í kommununi – Hetta er fyrstu ferð, at kommunan fer undir eina so umfatandi kanning, har borgarin fær høvi at koma til orðanna

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-01-23 16:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og í morgin fáa umleið 1700 borgarar í Klaksvíkar kommunu møguleika at svara spurningum um teirra trivnað í kommununi, og somuleiðis hvat teir halda um tænasturnar, sum kommunan veitir, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Hetta er fyrstu ferð, at kommunan fer undir eina so umfatandi kanning, har borgarin fær høvi at koma til orðanna.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan, og vónar hann, at undirtøkan verður góð.

– Kanningin fevnir bæði um tænastur, sum kommunan sjálv veitir, eins og umstøðurnar at búleikast í kommununi sum heild. Kanningin er tískil ógvuliga viðkomandi fyri arbeiðið hjá býráðnum og fyrisitingini, í samband við at nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur verða bygdar út, sigur hann.

– Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit vóna at fáa størri innlit í og síðani brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi. 

Karl Johansen sigur, at kanningin eisini er umsett til enskt, so tey, ið hava trupult við at lesa føroyska málið, eisini kunnu luttaka.

Tað er fyritøkan Lóður, sum stendur fyri kanningini, sum skal svarast  innan 14 dagar – í seinasta lagi mánadagin 6. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder