Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, heldur lítið um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í mentamálum, at fáa heimild til at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikarhús.
Jacob Vestergaard sigur at Høgni Hoydal ætlar at byggja tjóðleikarhús í FO við ongum pengum.
- Landsstýrismaðurin fer at biðja løgtingið um 66,5 mió. kr., og so fer hann at ganga við hattinum í hondini runt og leita eftir fígging fyri rest – 180 mió. kr. tilsamans, segði Jacob Vestergaard av tingsins røðarapalli.
Løgtingsmaðurin heldur, at hetta ber ikki til longur, og at talan er um at man ger sama mistak sum Glasir umaftur.
Jacob Vestergaard sigur, at vanliga setir man krøv til landsstýrið og løgtingsfólk um at hava eitt projekt klárt, men nú kemur Høgni Hoydal við eini A4 síðu og skal hava 180 mió. kr., uttan at løgtingið veit hvat tað er man skal játta pening til.
- Skal man hava eitt tjóðleikarhús, ger tað so ordiligt. Hav eina verkætlan, hav eitt skipanaruppskot. Sig hvat tað er man vil byggja og hvat tað kemur at kosta, sigur Jacob Vestergaard.
Løgtingsmaðurin heitir á landsstýrismannin um at gera sítt heimaarbeiði ordiligt.
Floksformaðurin í Fólkaflokkinum var enn meiri harðmæltur í sínum viðmerkingum um uppskotið, og segði, at helst fer landsstýrismaðurin til Danmarkar at bidda pening til Tjóðleikarhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald