Í morgun var heilsumálaráðharrin í Danmark, Magnus Heunicke, á útvarpsrásini P1. Har hevði hann at Søren Brostrøm og hansara leiklut í avgerðini hjá donsku myndugleikunum um, at ætlanin um bert at kanna tey álvarsliga sjúku fyri korona hevur verið galdandi so leingi.
Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri í WHO, mælti annars 16.mars limalondunum staðiliga til at "kanna, kanna, kanna". Brostrøm, ið er stjóri fyri danska heilsustýrið vísti tá á, at hetta ikki var galdandi fyri Danmark, og at haldast skuldi fram við sama leisti, sum varð settur í verk 12. mars.
Les eisini: Danski heilsumálaráðharrin vil gera nógv fleiri koronaroyndir
Nú, eina stóra viku seinni, eru orðini um støðuna nøkur heilt onnur:
- Tað er mín ábyrgd. Tá eg hyggi aftur á tað, er tað á nógvum økjum, har eg ikki havi verið heilt hvassur og havi kanska undirmett vandan. Tað viðgangi eg erliga og taki við læru av tí. Vit eru fólk. Vit vita, at vit gera mistøk, og tað er rímiliga álvarsamt. Tað ringasta ein kann gera er, at ikki læra av teimum. Eg havi ikki tørv á at flýggja frá ábyrgd - eg standi við henni
Harvið tók stjórin í Sunhedsstyrelsen í egnan barm. Hetta var á dagligu fyrikunningini hjá donsku myndugleikunum um koronastøðuna.
Metta Frederiksen hevur á tíðindafundum áður sagt, at tað fara at verða fleiri mistøk gjørd í tilgongdini, tí støðan broytist allatíðina, og hon er heilt nýggj fyri øll.
Magnus Heunicke var eisini á tíðindafundinum. Brostrøm harmaðist um, at kunningin frá myndugleikunum og ráðnum ikki hava samsvarað allan vegin. Heilsumálaráðharrin og stjórin í heilsustýrinum gjørdu tó greitt, at ósemjan ikki er so stór, og at nú verða fleiri kannaði fyri koronavirus í Danmark.
- Hetta er mín ábyrgd
Søren Brostrøm bað í dag, vegna myndugleikarnar og seg sjálvan, um umbering fyri, at tað ikki hevur verið lurtað eftir tilmælinum frá WHO um at kanna fleiri fyri korona
Søren Brostrøm segði, at ein greiðari linja skal ver í samskiftinum, og at nú verða fleiri kannaði fyri koronavirus í Danmark
2020-03-24 19:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald