
Stovnanin av Faroese Tunnel Society, sum skal savna vitan og slóða veg fyri føroyskari tunnilsserfrøði, er slóðbrótandi.
Tað sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
– Tað er heilt klárt, at skulu vit varðveita vitanina og førleikarnar í samfelagnum, mugu vit sjálvi standa fyri verkætlanunum. Vit hava borað tunlar í 60 ár og koma framhaldandi at bora. Harumframt skulu allir tunlarnir haldast við líka. Tí er avgerandi at varðveita førleikar í landinum, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Sambært Føroya Handverksmeistarafelag eiga vit í Føroyum at hava yrkisútbúgving fyri tunnilsarbeiðarar.
– Tað er serstakt at arbeiða í tunlum og lærlingaútbúgving er eisini vanlig í t.d. Noregi, har nógvir tunlar verða boraðir. Eins og á øllum øðrum økjum í byggivinnuni er tað avgerandi at hava røttu førleikarnar fyri at menna og styrkja um vinnu og samfelag. Tí hevði verið upplagt at sett á stovn lærlingaútbúgving sum tunnilsarbeiðari, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald