
Hóast málið um fosturtøku ikki kemur fyri fyrr enn seinni í dag, so er partur av tí viðgerðini á ein hátt byrjað í løgtinginum.
Hetta tí at uppskotið um sterilisatiónir og kastratiónir onkursvegna, í øllum førum sambært summum tingfólkum, hongur saman við forsturtøkumálinum.
Talan er um uppskot hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um dagførng av lógini. Ætlanin er, at tað í summum førum skal vera lættari at fáa sterilisatión og kastratión - Bjarni Kárason Petersen vísti sjálvur á tingsins røðarapalli á, at man skal fáa sjálvsatgerðarrættin til serliga sterilatión aftur til høvuðspersónin.
Millum annað skal verða gjørligt at eftir 25-ára aldur sjálvur gera av, hvørt man vil fáa sterilisatión.
Bjarni Kárason Petersen dylur ikki fyri, at málini hanga saman - sterilisatión skal júst vera við at forða fyri fosturtøkum var ein av hansara útsagnum í dag. Hetta um ein persónur ella eitt par ikki ynskja børn ella fleiri børn.
- Samgongan fer lætt um etiskar spurningar
Tað eru annars serliga tey, sum eru ímóti uppskotinum, sum rópa varskóg og eisini peika á fosturtøkumálið. Undir fyrstu viðgerð í dag hava serliga tinglimir úr Fólkaflokkinum og Miðflokkinum havt síni ivamál. Og Jenis av Rana var bersøgin av tingsins røðarapalli.
- Samgongan fer lætt um etiskar spurningar, og tað tykiskt vera ein "agenda" at fáa hesini tingini ígjøgnum. Hetta meðan man í stóran mun vantar at fáa stór mál og reformar ígjøgnum, sum kann gera gerandisdagin betri hjá fólki.
Formaðurin í Miðflokkin heldur, at ístaðin fyri at loysa sosialu trupulleikarnar og ymisku avbjóðingarnar, sum kunnu vera, so "vilja politikkarar her bara hava sterilisatiónir, kastratiónir og forsturtøkur framdar". Hann skilur ikki, hví limur úr fýra av seks flokkum á tingi, umframt "partar av fjórða statsvaldinum", hugsa so nógv um at fáa slíkt ígjøgnum.
- Meðan heimurin stendur í ljósum loga í leiðarar rundanum okkum stríðast fyri at varðveita trygdina, so er fokus her á einstakar russiskar trolarar, sum "kanska njósnast" í Føroyum, og so slík mál...Hetta er súmbolpolitikkur - ella symptompolitikkur, sigur Jenis av Rana.
Hetta er fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Bjarna Kárason Petersen, og við hesum er orðaskifti um fosturtøkumálið á ein hátt farið í gongd. Tað er seinast á dagsskránni í dag.
Millum tey sum á ymiskan hátt finnast at dagføringini í lógini um sterilisatiónir, kastratiónir eru serfrøðingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og serliga eisini Megd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald