Innanlands

Fosturtøkulógin er síðst á skránni í dag

Fleiri mál skulu avgreiðast á løgtingsfundinum í dag

2025-09-30 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er seinasti dagur í september, og tað merkir eisini, at tað er síðsta freist fyri framløgu at løgtingsfíggjarlógini fyri komandi ár.

Tingfundur verður settur í dag klokkan hálvgun tíggju, har framløga av fíggjarlógini er fyrsta mál á skránni. Eftir tað fer Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, at leggja fíggjarlógina fram fyri almenninginum.

Tað hendir á einum tíðindafundi í Smæruni klokkan 10.

Annars heldur tingfundurin fram í dag, fyrst við ófráboðanum spurningum til landsstýrisfólkini. Slíkt spurnarumfar er sett til at taka ein tíma.

Eftir hetta eru sjey mál á skránni.

Skráin fyri tingfundin

Tvey uppskot viðvíkjandi at umbyggja Eirargarð 2 til lestrarbústaðir skulu til triðju og seinstu viðgerð, og eisini verður onnur viðgerð av eykajáttanarlóg, sum snýr seg um umvæling av løgtingsbygninginum.

Eftir hetta eru fýra fyrstu viðgerðir á skránni. Tann seinasta er viðgerðin av nógv umrødda málinum hjá fýra løgtingsfólkum, trimum úr andstøðuni og einum úr Sambandsflokkinum viðvíkjandi broytingum í lógini um fosturtøku.

Sostatt kann tað ganga langt út á dagin og fram móti kvøldi áðrenn hetta uppskotið kemur til viðgerðar.

Fyrsta viðgerð av fíggjarløgtingslógini fyri 2026 verður hósdagin.

Kl. 09.36: Eftir at framløgan av fíggjarløgtingslógini og nøkrum fylgilógum umframt aðrar lógir vóru kunngjørdar á løgtingsfundinum í morgun, varð tingfundurin niðurlagdur, og verður uppafturtikin klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder