
Løgtingsfundurin, sum varð settur klokkan 13, er nú fyribils niðurlagdur í eina løtu, áðrenn farið verður undir at viðgera stóra málið á skránni í dag, nevniliga málið um Suðuroyartunnilin.
Trý broytingaruppskot eru komin til 3. viðgerð av málinum, sum nú eru løgd út á heimasíðuna hjá Løgtinginum (sum sær út til at vera óvirkin í løtuni).
Fundurin byrjaði við, at boðað varð frá, at Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almannamálum, hevur tikið avgerð um at taka málið um at áseta nýggjan pensjónsaldur, aftur.
Landsstýrismaðurin lovar nú at arbeiða víðari við málinum, millum annað at fara í samskifti við fakfelagsrørsluna, áðrenn málið verður lagt fram aftur í heyst.
Eisini hevur løgtingið samtykt at senda málið um fíggingargrunnin aftur í fíggjarnevndina. Tað var Annika Olsen, tingkvinna í Tjóðveldi, sum legði hetta uppskotið fram.
Hetta fekk Jørgen Niclasen at mótmæla og vísa á, at endamálið við hesum einans er at støðga málinum. Sambært Jørgen Niclasen er hetta púra óneyðugt, tí tað var ein samd fíggjarnevnd og ein stórur meiriluti í løgtinginum, sum bar málið ígjøgnum til 2. viðgerð.
Jørgen Niclasen harmast um, at hetta kann fáa avleiðingar fyri útbyggingarætlanirnar hjá Vága Floghavn, tí endamálið við málinum var at brúka tær 700 milliónirnar, sum liggja í grunninum til at læna Suðuroyartunnlinum og Vága Floghavn til sínar ætlanir.
- Við hækkaðu ferðagjøldinum, megnar floghavnin at fremja arbeiðið, sum nú er í gongd. Tað, sum hendir um hetta málið fellur burtur er, at ætlaðu útbyggingarnar av komu- og fráfaringarhøllini verða seinkaðar. Hetta er ein útbygging, sum hevur týdning fyri øll tey, sum ferðast um flogvøllin, har ferðafólk standa sum sild í tunnu. Tí er tað ein týðandi útbyggingarætlan, sum verður útsett við hesum, vísti Jørgen Niclasen á.
Hann fekk undir tøku frá fleiri tinglimum, sum undraðust yvir umbønina um at senda málið aftur í nevnd. Nakað, sum mest bendir á, at samgongan er óarbeiðsfør. Men hetta var bara frá andstøðutinglimum.
Samgongufólk tóku ikki orði í hesum sambandi.
Tá málið fór til atkvøðugreiðslu, vóru tað 18 samgongutingfólk sum atkvøddu fyri at senda málið aftur í nevnd, meðan 14 andstøðutingfólk atkvøddu ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald