- Tað er í trúnaði
Politikkarar dáma sera væl, tá okkurt er í trúnaði - og eisini landsstýrisfólk. Hetta skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í stuttum lesarabrævi fyrrapartin, har tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum vísir sína ónøgd um útsagnir hjá Høgna Hoydal í gjár:
- Tað er sera týdningarmikið, at málið um samstarv við Russland, verður viðgjørt í trúnaði. Tí skal málið bara viðgerast í Uttanlandsnevndini og ikki í Løgtinginum.
Hetta segði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í viðtalu við Kringvarpið í gjár, og tað er Kaj Leo Holm Johannesen ikki við uppá.
- Hetta kann sjálvandi aldrin góðtakast í einum fólkaræði - um Løgtingið ikki sleppur at viðgera slíkt álvarsmál, so hava vit tikið okkara fólkaræði burtur.
Hann vísir á, at størsta ábyrgdin av øllum í einum fólkaræði er at tryggja gjøgnumskygni og at øll tey, sum gjalda skatt, vita hvat vendir upp og hvat vendir niður.
Landsstýrið hevur í morgun kunngjørt, at man fer at seta umfatandi havnastongslu í verk móti Russlandi. Hetta er millum annað bygt á arbeiði, sum er gjørt útfrá Uttalndsnevndini.
At málið fer ígjøgnum er tó tengt av, at ein lógarbroyting verður samtykt á løgtingi í dag. Á skránni klokkan 13 stendur fyrsta viðgerð av hesum máli:
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald