- Eg vænti, at tað verða ógvuliga torførar samrøður, sum Fíggjamálaráðið skal í gongd við komandi tíðirnar. Har eru fleiri stór feløg, sum skulu fáa síni viðurskifti uppá pláss, og tey feløgini eru øðiliga ymisk. So man kann ikki siga, at "One Size fits all - at allar støddir hóska til ein". Har er helst nógv, sum skal broytast, og vænti ikki tey (Lønardeildin, red.) fær lættari lív við at gera tað á hendan hátt.
Jógvan Philbrow var avgjørdur, tá hann var ígjøgnum í tíðindunum hjá FM1 týskvøldið.
Tað var í kjalavørinum av avtaluni um fastan lønarkarm fyri fimm ár millum tólv fakfeløg og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, og síðani bakslátturin frá øðrum fakfeløgum, at fyrrverandi formaðurin í Føroya Pedagogfelagið úttalaði seg.
Sí eisini: 20 fakfeløg mótmæla lønarkarmin
Les alt skrivið hjá fakfeløgunum á Lesarin.fo: Minnilutin ræður?
Júst Føroya Pedagogfelag er eitt av teimum tjúgu fakfeløgunum, og eitt av teimum stóru, sum hava gjørt vart við ónøgdina. Víst verður millum annað á, at tíðin ikki var búgvin til hetta, at meiriluti var ímóti, og at avtalan er gjørd í prosentum - hóast løgmaður hevur lovað, at avtalur skuldu gerast í krónum og oyrum.
Jógvan Philbrow vísir á, at hetta kann skapa ein meira óstøðugan arbeiðsmarknað, og at tað avgjørt setur stórar kílar í fakfelagsrørsluna. Nakað sum man hevur sæð síðani undirskriftirnar komu á pappír fríggjadagin.
- Avtalan um fastan karm bindur allan arbeiðsmarknaðan niður í fimm ár til at fylgja einum ávísum leisti – uttan at taka hædd fyri ymiskleikan og tørvunum hjá feløgunum, sigur fyrrverandi formaðurin í Pedagogfelagnum.
Hoyr alla samrøðuna hjá Árna Gregesen við Jógvan Philbrow her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald