Innanlands

- Hetta kom óvart á okkum

Tað kom óvart á tey á Koks, at fáa næstu Michelstjørnuna, sigur Poul Andrias Ziska

2019-02-18 19:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta er komið óvart á okkum. Vit fóru mest við fyri at heilsa upp á starvsfelagar og vita, hvat Århus hevði at bjóða. So hetta kom øgiliga óvart á okkum.

Tað segði Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, við Dag & viku, stutt eftir handanin av næstu Michelinstjørnuni, sum var í Århus í kvøld.

- Tá man hevur eina stjørnu, so verður man boðin til tiltakið, so tað kom ikki óvart á okum at vit fingu eina innbjóðing, men vit høvdu ikki vænta at fingið næstu stjørnuna í kvøld, segði Poul Andrias Ziska.

[object Object]Koks (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

- At hava eina stjørnu er fantastina í sjálvum sær, men tað ger tað meira ekslusivt at man fær tí næstu, sigur Poul Andrias Ziska, og greiðir frá, at tað eru undir 500 matstovur um allan heim, sum hava tvær stjørnur.

Hann fekk eisini sjálvur serstaka heiðurin sum besti ungi kokkur, og hetta er fyrstu ferð, at ein kokkur í norðurlondum fær hendan heiðurin.

Koks fekk fyrstu Michelinstjørnuna í 2017, og endurvann hana í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder