Innanlands

– Hetta skilji eg ikki

Tórshavnar kommuna eigur at fáa loyvi at seta vakmyndatól upp, heldur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-08 13:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum, hevur ikki ætlanir um at geva Tórshavnar kommunu heimild at seta upp vakmyndatól í høvuðsstaðnum.

Tað segði hann í samrøðu við Útvarpið í gjár.

Landsstýrismaðurin segði seg vera øgiliga skeptiskan um uppskotið, og hóast hann segði seg skilja, at fólk eru stúrin, dugir hann ikki at síggja, hvussu vakmyndatól skulu fyribyrgja harðskap í náttarlívinum.

Men vakmyndatól eiga at verða sett upp, heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Johannesen.

– Okkara heilsuverk hevur ábyrgdina av at royna at lappa púra ósekan ungdóm saman aftur, men fleiri eru oyðiløgd fyri lívið, bæði sálarliga og kropsliga, sigur hann í dagføring á Facebook.

– Vit hava givið loyvi til vakmyndatól um onkur hevur gloymt at gjalda fyri brennievni, men um eg verði sorlaður sundur í býnum, so hevur tað minni týdning, at vit prógva tað.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann skilur ikki, hví Tórshavnar kommuna ikki kann fáa loyvi at seta vakmyndatól upp, tí hann heldur seg ikki fara at missa nakað frælsi av tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder