- Tað sum er heilt sikkurt er, um hetta verður samtykt, sum tað liggur nú, so fer tað at seinka tunnilin í øllum førum tað fyrsta árið.
Hetta segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í kjakinum eftir Dag & viku í kvøld.
Kjakið snúði seg um uppskotið sum andstøðan hevur lagt fram aftur um tunlarnar norður um fjall, har skotið verður upp, at felagið handan Norðoyatunnilin sleppur at standa fyri fyrireikingini og forprojekteringini av tunlunum.
- Fyrireiking og forprojektering er gjørd fyri nógvum árum síðani. Nú snýr tað seg um at bjóða út.
Landsstýrismaðurin segði seg hava spurt seg væl fyri um hetta, og hann endurtók, at um uppskotið frá andstøðuni verður samtykt, sum tað sær út í løtuni, seinkar tað verkætlanini eitt ár.
Ætlanin hjá samgonguni er at byrja upp á tunlarnar norður um Fjall tá Hvalbiartunnilin er borðaður í gjøgnum. Hetta verður um eini tvey ár, metti Henrik Old í kvøld.
Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður mánadagin 10. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald