Innanlands

- Hevur einki við tunnil til Hvalbiar at gera

Okkara uppskot fer ikki at forða fyri Hvalbiartunnlinum, sigur Jenis av Rana

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-02 16:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil ikki hava sitand á sær, at uppskotið um Fámjinstunnilin, sum andstøðupolitikarar leggja fyri tingið í morgin skal forða fyri Hvalbiartunnlinum.

- Talan er um eina verklagslóg, sum fer at geva tunnilstoyminum møguleika at byrja arbeiði sítt, á júst sama hátt sum ætlanin var, áðrenn skiparin rýmdi av brúnni, sigur hann í viðmerking til Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismann í samferðslumáum.

- So at siga, at uppskot okkara fer at forða Hvalbiartunnlinum, er beinleiðis ósatt. Øll vit, sum leggja uppskotið fram, eru fegin um og eiga part av æruni fyri, at hesin tunnil skjótt gerst veruleiki.

- Eini góð ráð, far ikki í verjustøðu, kom heldur og tak hond í við okkum, sum royna at gera tað liviligt runt vakra land okkara. Vit ynskja, sum onkur so væl hevur orðað tað, at allir føroyingar fáa lut í vælferðini, uttan mun til á hvørjari samfelagsrók tú búleikast, ella hvar í landinum tú býr, sigur Jenis av Rana í viðmerking.

Les eisini: Atkvøða samgongulimir fyri andstøðuppskoti, kann tað gerast endin á samgonguni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder