- Tað er altíð keðiligt tá tingfólk arbeiða í sjálvdrátti, og hatta er sjálvandi als ikki í lagi, sigur Annita á Fríðriksmørk, tingforkvinna fyri Tjóðveldi, við útvarpið í kvøld, eftir at Framsókn seinnapartin legði uppskot fram um at úseta kvotuskipanina til 2020.
- Tað kann sjálvandi ikki ein einstakur tinglimur og so slett ikki ein flokkur leggja mál fram av sínum eintingum og taka ræði frá landsstýrismanninum, tað ber ikki til, sigur hon.
Annita á Fríðriksmørk sigur við útvarpið, at samgongan nú roynir at fáa Framsókn at taka málið aftur, og so fara tey at tosa um hvussu hetta skal gerast.
- Hevur man ikki álit á landsstýrismanninum, so eru mannagongdir fyri tí. Soleiðis ger man ikki, hevur man ikki álit á landsstýrismanninum, sigur Annita á Fríðriksmørk við útvarpið.
Hon heldur, at Framsókn framhaldandi hevur álit á landsstýrismanninum, men at tey eru ótolin tá tað kemur til hetta málið, og hon sigur at hetta er “óbúgvið”.
Les eisini: Framsókn leggur bumbu undir samgonguna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald