Innanlands

- Hósdagin kemur kavin

Eftir liggjandi eysturætt í fleiri vikur, skulu vit nú rokna við skifti í veðrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-10 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir liggjandi eysturætt í fleiri vikur, kunnu vit nú skjótt rokna við einum skifti í veðrinum.

Veðurstovan boðar frá í morgun, at hósdagin kemur kavin.

Dagurin í dag verður – eins og dagurin í gjár – gráur og támutur við regni og onkrum grovum æki. Vátakavi kann vera í ælunum.

Veðrið verður tað sama í morgin, men so verður spakuliga kaldari meðan vindurin fer úr eystri og upp móti landnyðringi.

Í annaðkvøld kann hitalagið koma niður um frostmarkið í hæddunum norðanfyri, men hósdagin skulu vit rokna við kava.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder