- Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran um, hví hann ikki vil taka tað inn frá alivinnuni, sum framíhjárætturin at ala er verdur! Vit skulu taka 165 mió kr inn frá alivinnuni og ikki 400 mió kr, sum framíhjárættindini eru verd í 2019.
Soleiðis skrivar løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir á Facebook í gjárkvøldið í sambandi við tøkugjaldið í alivinnuni.
Sonja Jógvansdóttir vil vera við, at hevði mann tikið tað inn, sum aliloyvini eru verd, kundu øll verði lyft úr fátækraváða, og mann hevði gjørt av við bústaðarneyðina í landinum í einum høggi.
- Hví vit skulu geva trimum ríkum alifyritøkum sosialhjálp á 235 mió kr um árið er mær óskilligt, men eg gangi út frá, at landsstýrismaðurin hevur eina ótrúliga góða frágreiðing!, sigur løgtingskvinnan og leggur afturat:
- Eg gangi eisini út frá, at Framsókn eftir hetta fer at gevast at tosa so neiliga um fólk, ið av neyð noyðast at fáa nakrar avmarkaðar veitingar frá tí almenna, og heldur fyrst sópa fyri egnum dyrðum, har tey sita við evstu ábyrgdini!
Samrøðan við Sonju Jógvansdóttir kann hoyrast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald