Innanlands

– Hvussu kann ein slík støða fyribyrgjast í framtíðini?

Tingmaðurin ynskir at fáa greiðu á kritiska undirstøðukervinum, tá tað kemur til samskiftislinjurnar, og um tað, sum hendi norðanfyri 30. desember kann henda aftur

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-11 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 30. desember 2022 fekk ein kaðal brek við tunnilsmunnan í Árnafjarðartunlinum, og hetta hevði við sær, at Árnafjørður og allar bygdirnar fyri norðan fjall mistu sambandið við umheimin ein stóran part av degnum.

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin vil nú hava at vita, um slíkt kann henda aftur, hvussu ein slík støða kann fyribyrgjast, og hvat tað fer at kosta. Tí hevur hann sett Bjarna Kárason Petersen, ið er landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum fyrispurning.

– Ongin fastnettelefon, ongin fartelefon, onki internet, onki útvarp (KVF), onki sjónvarp og heldur einki samband við alarmsentralin á 112. Tað einasta, sum fólkið norðanfyri fekk samband við, var FM signalið hjá eitt nú Sjey og Radio.fo. Nøkur fangaðu eisini AM signalið frá millumbylgjusendaranum á Akrabergi.

– Tilbúgvingin vísti seg ikki at vera nøktandi. Sjálvt ikki løgreglan, ið stongdi vegin fyri ferðslu norðanfyri (tunlarnir norður um fjall vóru stongdir í umleið 4 tímar, meðan brekið skuldi rættast), hevði samband við sentralin ella meginlandið á nakran hátt. Teir vóru í somu støðu sum allir aðrir borgarar norðanfyri, vísir Steffan Klein Poulsen á.

Hann leggur afturat, at fyrispurningurin ikki bara er settur fyri at lýsa einstøku hendingina norðanfyri, men fyri at fáa greiðu á kritiska undirstøðukervinum sum heild, tá tað kemur til “samskiftislinjurnar”.

– Endamálið er at kanna, um vit eru nóg fyrireikað uppá slík óhapp, sabotasju ella hvat nú kundi komið fyri aftur.

Fyrispurningurin hjá Steffan Klein Poulsen kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder