Innanlands

- Hygg upp, smíl og sig “gleðilig jól”

4. sunnudagur í advent. Samfelagskalendarin hjá SamFelagið

2018-12-23 18:00 Author image
Árni Petersen
placeholder

Nú jólini eru í nánd, fer SamFelagið við SamFelagskalendaranum hvønn sunnudag í advent at bjóða einum samfelagsfrøðingi at hugleiða um eitt evni, ið bæði er viðkomandi og umráðandi at varpa ljós á hesa ársins tíð. Teir fýra samfelagsfrøðingarnir fara at svara trimum spurningum út frá teirra fakliga sjónarmiði.

Samfelagsfrøðingurin hesa síðstu vikuna er Árni Petersen
Tátturin hevur sum endamál at varpa ljós á ymisk samfelagsmál, ið hava ávirkan á okkara samfelag og okkum føroyingar, umframt gevur okkum íblástur til gerandisdag okkara.

Les meiri um SamFelagið á www.samfelagid.fo

Gleðilig Jól

[object Object]

---

Hvat er títt samfelagsfrøðiliga bakstøði?
Eg arbeiði sum adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, har eg undirvísi og granski í virkisbúskapi. Mín undirvísing fevnir um skeiðini organisatiónsgreining og Corporate Social Responsibility (CSR) – ella virkisábyrgd. Tey, sum eg undirvísi, eru  í høvuðsheitum búskaparfrøðilesandi. Eg havi útbúgving sum Cand.merc.(kom.) frá Copenhagen Business School (CBS) og eri í løtuni í holt við at leggja síðstu hond á mína ph.d-verkætlan, sum viðger broytingar í føroyska samfelagnum í sambandi við dreymin um oljuna í føroysku undirgrundini. Verkætlanin er fíggjað av Statoil Føroyar, Kongshavnar Havn og CBS.

Hvat heldur tú er umráðandi, at vit sum borgarar og samfelag hugsa um hesa ársins tíð?
Hygg upp og gev eitt smíl! Stutt og greitt. Vit tosa øll um alt hetta resið, sum kemur á hvørjum ári, men gera vit nakað við hetta? Nei! Vit liva í einum samfelagi, sum eggjar okkum til at renna skjótari, keypa meira og so at renna uppaftur skjótari fyri síðan at – ja – keypa meira. Um vit ikki megna sjálvi at siga stopp, so verður tað ikki annarleiðis. Og tað er júst her, at vit sum brúkarar kunnu steðga á og hugsa um, hvat tað er, sum vit keypa. Ein kendur sangur við heitinum “Jólagleðin” gevur eina sera góða lýsing av, hvussu vit kunnu keypa gleðina, sum skal síggjast í eygunum, tá lítli Per letur gávuna upp. Tað hevur sjálvandi nakað við ta gleðina, vit fáa, tá vit geva eina gávu, tí tað gevur at geva. Tó heldur handilsmaðurin í sanginum ikki, at Per skal minnast ommuna sum eitt “penalarhús”.

Tað er ikki lætt, tað veit eg frá mær sjálvum at siga, men vit mugu veruliga hugsa okkum um, tá vit keypa gávurnar. Tankin vil altíð koma sníkjandi, har vit hugsa, at øll hini gera tað, so má eg eisini. Og tað er her, at vit kunnu velja at geva eina lættari, bíligari og, ja, kanska meira gevandi gávu; hygg upp, gev eitt smíl og sig “gleðilig jól”. Men minst til at keypa eina lítla gávu eisini, tí tað kann vera, at hin persónurin hevur eina til tín 

Hvørji ráð vilt tú geva víðari til samfelagið?
Tann mest dýrabara gávan, sum vit kunnu geva, er tíð. Gev tíð til tíni nærmastu og ver til staðar. Hetta kann ljóða sum ein klishe, men, sum ein segði, so er sannleikin oftani sum ein klishe. Gev tíð at gera tingini ordiligt. Gev tíð til at lurta, hvat fólk siga, men gev eisini tíð til at spyrja og at svara, tá tú tosar við fólk. Men minst eisini til at geva tær sjálvum tíð. Gleðilig jól øll somul

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder