- Við at kroysta nærum 100 smáar leiguíbúðir í bíligari dygd saman á einum alt ov lítlum øki ger Tórshavnar Býrað við Anniku Olsen, borgarstjóra á odda, eitt mistak av søguligum dimensiónum, sum fer at kosta Havnini dýrt í framtíðini og skapa trupulleikar, sum verða torførir at loysa.
Tað skriva Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða í lesarabrævi, har tey mótmæla nýggju íbúðarbyggingina undir Kongavarða.
Eigarafeløgini siga seg fegnast um, at sitandi býráð ynskir at loysa bústaðartrupulleikan í Havn, men samstundis finnast tey at hesari ætlanini undir Kongavarða.
- Góður vilji at nøkta bústaðartørvin má ikki blíva til óumhugsaðar hovsa loysnir, har dygdin og langskygni má víkja fyri politiskari profilering og vinnuligum seráhugamálum. Tí fáar verkætlanir eru so sjónligar og varandi sum íbúðarbygging. Bústaðareindir og økir, sum vit byggja í dag, koma at vera karmur um lívið hjá havnarborgarum í komandi áratíggjur, og koma at mynda býin og fólkið her býr. Tí er ikki líkamikið hvørjar bústaðarkarmar Tórshavnar Kommuna gevur havnarborgarum at liva í, skriva eigarafeløgini.
Eigarafeløgini rópa byggiætlanina undir Kongavarða eina vána loysn uppá allar mátar, og kemur hon at misprýða býin, siga tey.
- Tórshavnar býur fær eitt skemmandi sár fyri eftirtíðina. Íbúgvarnir í teimum 94 íbúðunum fáa liviumstøður, sum ikki hóska seg í Føroyum anno 2019, og grannarnir missa eitt fríøki og sólargang, og tær longu vánaligu ferðsluumstøðurnar verða ótolandi hjá øllum.
- Ístaðin fyri skilagóða bygging fáa vit høgar skemmandi íbúðarblokkar, mest líkir teimum vit kenna frá leiguíbúðarblokkunum á Eirargarði, ið fáur í dag man meta sum góð føroysk bygging, og sum mest av øllum leiða tankarnar á miseydnaða íbúðarbygging í Nuuk í seksti- og sjeytiárunum. Hesum slag av illa umhugsaðari íbúðarbygging var Havnin tíbetur nærum spard fyri, men so verður ikki framyvir, um ætlaða byggingin av íbúðarbarakkum ikki verður steðgað, skriva eigarafeløgini.
- Tað er at fegnast um at sitandi býráð tekur bústaðartrupulleikan í álvara. Men er dygdin ikki í lagi, so er ikki talan um nakra veruliga loysn. Og dygdin er langt frá í lagi í ætlaðu byggiverkætlanini undir Kongavarða. Ístaðin leggur hendan sonevnda loysnin grundina undir trupulleikar, sum komandi býráð í Tórshavnar Kommunu koma at dragast við komandi áratíggjuni.
- Tá vit um 10 ár hyggja aftur á hesa barakk-líknandi bygging verður alt gloymt um bústaðartrupulleikan, sum hon loysti í 2020. Eftir fer at standa ein skemmandi varði um hvat hendi við Havnini bæði undir Kongavarða og á Karlamagnussarbreyt. Ein varði um tíðina tá stuttskygd politisk og vinnulig áhugamál gingu hond í hond, og býurin varð skemmaður fyri eftirtíðina bæði byggilistarliga og sosialt.
- Framtíðar íbúgvarnir í leiguíbúðum í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betur enn at búgva í tætt stúvaðum íbúðarbarakkum, siga eigarafeløgini at enda.
Alt lesarabrævið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald