Innanlands

- Ikki fleiri leiðarar ella akademikarar í løgtingið

Tað er ein heiður og æra at umboða fólkið, og um tað ikki er nóg mikið, hava leiðararnir og akademikararnir einki at gera í løgtinginum, heldur Hanus Samró

Hanus Samró (Savnsmynd: Jens kr. Vang)

Hanus Samró (Savnsmynd: Jens kr. Vang)

2019-01-09 18:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið skal vera fyri øll. Ikki bara tey fáu. Og nei, vit skulu ikki hava fleiri leiðarar ella akademikarar í Løgtingið, sigur Hanus Samró, fyrrverandi tinglimur fyri Fólkaflokkin.

Hann heldur at umboðan á tingi eigur at vera so fjølbroytt sum gjørligt.

- Ístaðin eiga vit at stremba eftir so fjølbroyttari umboðan sum gjørligt: palleba og marsannu, rørsmiðir, frisørar, ung, egnarar, you name it.

- Tað er ein heiður og æra at umboða fólkið, og um tað ikki er nóg mikið, hava leiðararnir og akademikararnir einki at gera í løgtinginum, heldur Hanus Samró.

[object Object]Jógvan á Lakjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á Facebook eru fleiri sum taka undir við fyrrverandi tingliminum. Millum annað spyr Jógvan á Lakjuni, hvat tímalønt munnu hugsa tá tey hoyra at 40.000 ikki er nokk fyri at sita í løgtinginum.

- Hvat munnu tímalønt, arbeiðsmenn og -kvinnur hugsa, tá ið tey hoyra slíkt? Tey, sum kanska tjena bara helmingin fyri eina harða 40 tíma viku! - 40.000 kr. er ein sera góð løn, og eg haldi, at tey, sum ikki eru nøgd við tað, skulu halda seg frá at stilla upp.

- Tú fert ikki upp í politikk fyri at faa eina góða løn - men tí tú hevur okkurt upp á hjarta, sigur Jógvan á Lakjuni.

Les eisini: - Ein løn sum táttar í 40.000 er ein høg løn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder