- Um uppáhaldið hjá Norðlýsinum um innlitsumbønir við ivasomum endamálum er rætt, so er tað ein arbeiðsháttur, sum ikki samsvarar við góðan journalistikk og sum Føroysk Miðlafólk fordømir. Tað er sjálvandi ikki í lagi, um journalistar brúka innlitslógina sum amboð at fremja fjaldar ella ivasamar dagsskráir.
Hetta skrivar Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroysk Miðlafólk, í viðmerking á nordlysid.fo í dag.
Tað var í síðstu viku, at Norðlýsið fyrstu ferð skrivaði um, at journalistar í Kringvarpinum hava biðið um alment innlit í uppsagnarmál hjá Johnny í Grótinum frá tíðini, hann varð landssjúkrahússtjóri.
- Tað hendir viðhvørt, at fjølmiðlar samstarva um mál. Og tá kunnu innlit og onnur skjøl eisini ferðast millum miðlarnar. Men slíkt samstarv eigur at fara fram í opinleika, soleiðis at lesarar og lurtarar vita um tað, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
- Hendan sonevnda orrusta hevur vavt øll møguligt mál saman, og ringt er at taka eitt burturúr. Tí er eisini ringt hjá felagnum at meta um einstaka málið sum Norðlýsið tekur burturúr. Um journalistarnir hava borið seg skeivt at er tað atfinningarsamt, men annars er tað eitt mál, sum leiðslan á stovninum má taka sær av, skrivar hann í viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald