Seinastu tíðina hevur ein sonevnd "dresscode" í Vestmanna skúla elvt til nógv kjak í miðlunum, á sosialu miðlunum, og eisini er tað rokkið inn um tinggátt, har Liljan Weihe hevur tikið tað upp.
Í Vestmanna skúla halda tey, at tað er eitt sindur uppblást. Nevndarlimur í Føroya Lærarafelagið hevur í grein á skulabladid.fo í dag skrivað, at tað er ein ógvuliga ivassom avgerð at seta slíkar klædnareglur.
Bergur Samuelsen staðfestir, at reglur av ymiskum slag eiga at vera, og fara altíð at vera, í skúlunum. Tó skuldi ikki verið neyðugt við reglum um klæðir, hóast hann samstundis staðfestir, at talan er lagalagar reglur, ið meginparturin als ikki verður ávirkaður av.
- Men tað er meginreglan, sum mær ikki heilt hóvar. At hava slíkar reglur í heila tikið. Tað hevur ongantíð verið norðurlendsk siðvenja, eins og yviri í Statunum ella í bretsku oyggjunum, at hava slíkar orðaðar klædnareglur. Tað hevur altíð verið upp til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir. Við tí frælsi og ábyrgd, sum tað altíð inniber. Bæði gentur og dreingir. Og tey allar allar flestu lata seg í innan fyri mark, hvat tað so er. Tað er væl klædnanormurin, ið avger tað til eina og hvørja tíð.
Eitt sum Bergur Samuelsen síðani vísir á er, at í hansara drúgvu royndum sum lærari hevur klædnastílur hjá næmingum verið ein sera avmarkaður trupulleiki. Hann nevnir lágtsitandi buksur hjá dreingjum og nalvblusur hjá gentum, sum nakað ið sjálvdan fylti nakað, og skjótt fór burtur aftur. Harvið heldur nevndarlimurin, at niðurfestar avmarkingar kanska kunnu skapa størri trupulleikar:
- Eri bangin fyri, at vit í ringasta føri, við slíkum reglum, kunnu framala ein trupulleika, sum í sera lítlan mun, um yvirhøvur, er til í dag. Arbeiðsumhvørvið verður, mær vitandi, ikki tarnað av onkrum klædnabúna í dagsins skúla. Tí er ikki neyðugt við dresscode í skúlunum.
Til ber at lesa alt skrivið her
Í orðingunum á heimasíðuni hjá Vestmanna skúla stendur millum annað:
- Klæðini skulu vera hampulig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buskur, ið sita ov niðarlaga, eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar blusur og navlablusur óhóskandi.” Heldur ikki skal húgva, keppur og hetta vera nýtt í tímunum (...) Til tess at tryggja eitt ótarnað arbeiðsumhvørvi er týdningarmikið, at øll eru hóskandi ílatin.
Innanlands
- Ikki neyðugt við slíkum í skúlunum
Tað hevur altíð verið upp til ein og hvønn at lata seg í, sum einum lystir, skrivar Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags í Skúlablaðnum, sum íkast til kjakið um reglurnar í Vestmanna
- Arbeiðsumhvørvið verður, mær vitandi, ikki tarnað av onkrum klædnabúna í dagsins skúla. Tí er ikki neyðugt við dresscode í skúlunum (Mynd: Skúlablaðið)
2023-05-09 17:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald