Innanlands

- Ikki so ógvusligt, sum tað sá út til at vera

Tveir bilar vóru í ferðsluóhappinum í Kollafirði seinnapartin, og sum skilst hevur eingin fingið álvarsligan skaða

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-22 21:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var seinnapartin, at løgreglan fekk boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Kollafirði.

Hetta órógvaði ferðsluna í økinum, og fýra sjúkrabilar komu á staðið.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn, var óhappið tó ikki so ógvusligt, sum tað sá út til at vera, og sum skilst fekk eingin álvarsligan skaða.

Tveir bilar vóru í óhappinum. Tann eini bilurin var steðgaður upp fyri at loyva onkrum framvið, og hin bilurin náddi ikki at bremsa og rendi sostatt í hin bilin aftanífrá.

Tey fýra fólkini, sum vóru í bilunum, vórðu koyrd á sjúkrahúsið til nærri kanningar.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at málið verður kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder