Uttanlands

– Ikki umráðandi at hava Zelenskyj við

Zelenskyj ger tað torført at gera avtalur, og tað er ikki umráðandi at hava hann við í samráðingunum um eina friðaravtalu millum Ukraina og Russland, sigur Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Getty Images)

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Getty Images)

2025-02-22 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki umráðandi, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj luttekur í samráðingunum um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Týsdagin hittust umboð úr Russlandi og USA í Saudiarabia at umrøða møguleikarnar fyri einari friðaravtalu, og ukrainski forsetin hevur funnist at Donald Trump fyri, at ukrainar ikki vóru bodnir við til fundin.

Zelenskyj sigur, at hann kann ikki góðtaka, at avgerðir um Ukraina verða tiknar uttan Ukraina. Donald Trump hevur hinvegin kallað Zelenskyj fyri ein einaræðisharra og hevur sagt, at hann hevur gjørt "eitt ræðuligt arbeiði" undir krígnum.

Les eisini: Trump: Zelenskyj er ein einaræðisharri

Sambært Trump kundi Zelenskyj bara verið farin til Saudiarabia, um hann veruliga ynskti tað, hóast hann ikki varð boðin við.

Les eisini: Trump: Zelenskyj kundi bara verið komin til Saudiarabia

– Eg haldi ikki, at hann er sera umráðandi at hava við á fundunum. Hann hevur verið har í trý ár. Hann ger tað torført at gera avtalur, sigur Trump í útvarpssamrøðu við Fox News, sum Ritzau endurgevur.

Mánadagin eru trý ár liðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder