Innanlands

– Januar eitt gott høvi at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna

Fyrst í komandi árinum er átakið "Virkin januar" hjá Heilsustýrinum aftur á skránni

(Mynd: Heilsustýrið)

(Mynd: Heilsustýrið)

2025-12-30 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt nýtt ár er á gáttini, og í januar skipar Heilsustýrið aftur fyri átakinum "Virkin januar".

– Í januar er myrkt og ofta illfýsið, og hetta kann ávirka huglagið. Tískil kann januar vera eitt gott høvi til at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna, við nøkrum smáum gerðum í gerandisdegnum, ið kunnu muna, skrivar Heilsustýrið.

Virkin januar hevur tríggjar álmanakkar við uppskotum, ið geva íblástur til, hvussu ein kann vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga í ein mánað og gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna. Álmanakkarnir eru tøkir til børn, ung og vaksin, og hesa ferð eru álmanakkarnir bæði á føroyskum og enskum.

Endamálið við Virkin januar, sum byrjaði í januar 2021, er m.a. at minna á, at tað ikki bert eru stórar broytingar, sum hava týdning fyri at fremja sálarligu heilsuna. Smáu løturnar og virksemi í gerandisdegnum kunnu eisini hava stóran týdning skrivar Heilsustýrið.

– Gransking vísir, at tá tú ert virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga ert tú við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Fólk, sum eru virkin á ymsan hátt, hava ofta betri sálarliga heilsu og kenslu av vælveru enn tey, ið ikki eru virkin.

Álmanakkarnir taka støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, ið eru “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”, og hesir boðskapir síggjast aftur í teimum 31 uppskotunum.

Álmanakkarnir kunnu takast niður her sum prent ella mynd, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook og Instagramsíðuni “ABC fyri sálarliga heilsu”. Til ber eisini at fáa uppsløg til kunningarskíggjar við at venda sær til Heilsustýrið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder